TELEFONPOLITIKKUR SKÚLANS

Frá 11.11. 2015 er Sandoyar Meginskúli telefonfríur skúli.


Ásannandi at talgildu amboðini, eitt nú fartelefonir, órógva undirvísingina og sosiala lívið hjá
næmingum, meðan teir eru í skúla, hevur Sandoyar Meginskúli orðað ein telefonpolitikk, sum
er galdandi fyri allar næmingar skúlans.


Gransking og kanningar vísa, at bara næmingurin hevur fartelefonina í lummanum, versnar
hugsavningin, og fakliga úrtøkan verður minni.


Á Sandoyar Meginskúla koma næmingar í skúla at læra sum mest, eins og skúlin er pallurin,
har sosialu evnini hjá næmingunum mennast.


Talgildu amboðini verða einans tikin í nýtslu, um næmingar skulu nýta tey í sambandi við
undirvísing. Aðrar tíðir skal telefonin liggja SLØKT í taskuni.


Hevur næmingurin tørv á at ringja, kann hann læna telefonina á lærarastovuni.


Verður fartelefonin ikki koyrd í taskuna, áðrenn komið verður inn í skúlan, ella verður hon
tikin úr taskuni uttan loyvi í skúlatíðini, tekur lærarin telefonina frá næminginum og leggur
hana á skrivstovuna hjá leiðsluni. Foreldrini verða kunnað um, at næmingurin hevur mist
telefonina.


Næmingurin kann heinta telefonina eftir loknan skúladag.


Henda avgerð er tikin við støði í gransking um telefonir, undirvísing og innlæring.


Sandoyar Meginskúli og Skúlastýrið fyri Sandoyar Meginskúla