Mannagongd, um eldur kemur í

 

Sandoyar Meginskúli Heimasandsvegur 142, 210 Sandur

Venjingar og mannagongdir, um eldur kemur í......

 

Venjingar:

​Í Sandoyar Megin skúla verður skipað fyri innanhýsis brandvenjingum árliga í oktober.

​Í Sandoyar Meginskúla verður miða ímóti árliga at hava skipaða brandvenjing saman við sløkkiliðnum.

Um eldur kemur í, verður borið soleiðis at:

• Ring altíð fyrst til 112 

a.      Boða frá, at eldur er í Sandoyar Meginskúla á Heimasandsvegi 142

b.     Sig títt navn

Starvsfólkini, á hvørjari stovu sær, skipa fyri at fáa øll børnini út skjótasta og nærmasta veg. Protokollin skal við út.

• Øll samlast soleiðis: í skúlagarðinum við skýlið ímóti vegnum. Tøl eru sett upp, ið ávísa hvar hvør flokkur skal stilla seg.

• Á samlingarstaðnum stilla næmingarnir upp í rekkju, síðani telur lærarin, um allir næmingarnir, sambært protokolluni, eru komnir út.

• Starvsfólkini boða leiðaranum ella trygdarumboðnum frá, um øll eru komin út.

• Leiðarin ella trygdarumboðið tekur ímóti sløkkiliðnum, gevur teimum boð um øll eru komin út,

• ........so tekur sløkkiliðið yvir.

Sandoyar Meginskúli