Ódnarveður
Sandoyar Meginskúli
Ódnarveður – tilbúgving
Mannagongd:
1. Verður boðað frá so ringum veðri, at eingin skúlabussur koyrir, so kunngerð skúlin fyrst og fremt gjøgnum heimasíðuna (og møguliga eisini KVF), at skúlagongdin er avlýst
2. Verður ódnarveður, ímeðan børnini eru í skúla, so heldur skúlagongdin fram sum vant, um ikki skúlabussførarnir meta tað vera ráðiligt at koyra næmingarnir heim.
3.Skúlabussførarin tekur avgerð um bussurin koyrir ella ikki
4. Fer ljósið og er burtur so leingi, so at tað verður ógjørligt at halda fram við undirvísingini, ella tað kólnar ov nógv í stovunum, at tað ikki er verandi har longur, so boðar skúlin frá á heimasíðuni og bussarnir koyra næmingarnir heim.