Búmerkið hjá felagnum
15. aug. 2025

MEGINSKÚLA FANTASY LEAGUE.

Eftir nøkur ár av steðgi, so er aftur í ár møguligt hjá næmingum á Sandoyar Meginskúla at luttaka í Fantasy League hjá Meginskúlanum.

Tað er lætt og ómakaleyst: Trýstið á leinkjuna, geri tykkum ein brúkara og eitt lið og so verða tit sjálvvirkandi meldaði til Meginskúla "ligaina".

https://fantasy.premierleague.com/leagues/auto-join/zx3z1y 

Fyrsta umfar byrjar í kvøld 15.08.2025, so tað er eitt gott hugskot at melda seg til áðrenn fyrsta dyst í kvøld kl. 20.00.

Nær man tað ikki áðrenn klokkan 20.00 í kvøld, so er tó kortini møguligt til einhvørja tíð at melda seg til.

Um tit hava spurningar ella ivamál, setið tykkum so í samband við Hanus Johannessen, ið fyriskipar í ár.

Góðan dyst!