Rudda Føroyar 2025.
Saman um ein ruskleysan heim
Leygardagin 20. september 2025
Luttók Sandoyar meginskúli í landsumfatandi ruddiátakinum Rudda Føroyar 2025. Hetta er eitt átak, ið gevur góða meining miðskeiðis í okkara evnisviku um rusk, endurnýtslu og burðardygd.
Dagurin byrjaði við felags morgunmati hjá Sands kommunu. Lagið var gott og næmingarnir fingu sær eina góða málttíð, áðrenn farið var út at rudda.
Tá ið næmingarnir ruddaðu í teimum fýra bygdunum, Skopun, Sandur, Skarvanes og Skálavík, vístu teir felagsskap og ábyrgdarkenslu. Tað er bæði stuttligt og hugaligt at síggja, hvussu næmingarnir ikki bert ruddaðu upp í egnari bygd, men eisini í øðrum pørtum av oynni. Hetta lærir okkum, at ábyrgd fyri náttúruni ikki einans knýtir seg til egnan heimstað, men er nakað vit lyfta í felag.
Tað byrtir vón um framtíðina at síggja ung leggja orku í umhvørvið.
Vit eru fegin um okkara næmingar, sum við ágrýtni og arbeiðssemi gera mun fyri alla oynna, fyri Føroyar!
Sjá myndir frá degnum.