Búmerkið hjá felagnum
20. sep. 2025

Evnisvikan: Grøna oyggin, enn grønari!.

Á vitjan hjá Reyða krossi og IRF

Ein kveikjandi byrjan 

Mikudagin 17.09.25 byrjaði spennandi og læruríka evnisvikan við denti á burturkast, endurnýtslu og burðardygd. 

 

Undir heitinum: Grøna oyggin, enn grønari, hava næmingarnir fingið kunnleika um, hvussu vit sum samfelag og einstaklingar kunnu taka ábyrgd fyri umhvørvinum og okkara framtíð. 

Tað er av stórum týdningi, tá vit arbeiða við evnum sum umhvørvisdálking, at tað altíð er við atliti at, hvat ein sjálvur kann gera fyri at bøta um. Soleiðis at tey ungu kenna á sær, at tey kunnu gera ein mun og kunnu hjálpa. 

Mikumorgunin hevði Lena L. Mohr, marknaðar- og samskiftisráðgevi hjá IRF, ein stuttan fyrilestur á skúlanum um týdningin av at skilja burturkast, og hvussu vit øll kunnu geva okkara íkast til eina grønari framtíð. Síðan fóru vit á vitjan hjá Reyðakrossbúðini í Stiðjagøtu. Her fingu næmingarnir eina rundvísing og kunning um innsavnan, skiljing og víðarisølu av klæðum. Tey lærdu um, hvussu endurnýtsla bæði spærir tilfeingi, samstundis sum hon er ein hjálp hjá menniskjum í neyð. Áðrenn farið var avstað, fingu næmingarnir møguleika at keypa sær eitthvørt í endurnýtslubúðini. Her hugnaðu tey sær eisini óført við at royna ymisk klæðir.

Leiðin gekk síðan til IRF í Leirvík. Her fingu næmingarnir rundvísing á brennistøðini, oljureinsiverkinum, endurvinningarhøllini og í høllini við serburturkasti. Næmingarnir lærdu um, hvussu IRF miðvíst arbeiðir við at endurvinna og minka um rusknøgdirnar.

Ein týdningarmikil boðskapur var, at síggja burturkastið sum tilfeingi og tískil tilvita skilja burturkast við atliti at umhvørvinum og framtíðini. 

Hendan útferð hevur verið við til at kveikja hugin at arbeiða í verkstøðum, har næmingarnir sjálvir hava fingið møguleika at royna seg við endurnýtslu og endurskapan. 
Í verkstøðunum arbeiða næmingarnir m.a. við at:

  • seyma og endurskapa gomlum klæðum
  • matgera við stuttfluttum og avlopsvørum
  • smíða og endurskapa úr endurnýtslutræi 
  • á ein kreativan hátt at endurnýta papp og plast frá húsarhaldsvørum

 

Hesa vikuna eru forvitni, samstarv og burðardyggar loysnir í hásæti. Næmingarnir hava higartil víst stóran áhuga, verið kreativir og kunnu vit øll vera errin av teirra íkasti. 

- Tað, sum tú ger í dag, ávirkar dagin í morgin. 

Fleiri myndir.