Grøna oyggin, enn grønari.
Ein vika við burðardygd, kreativiteti og felagsskapi
23.09.25
Seinastu vikuna hava vit savnast um týdningarmikla og viðkomandi evnið burðardygd.
Ein áhugaverd evnisvika við útferðum til IRF og Reyða kross, luttøku í Rudda Føroyar 2025, umframt fýra verkstovu-døgum, har arbeitt hevur verið av øllum alvi við at smíða vakrar blomsturkassar, sum kunnu prýða um skúlans øki. Timbrið stavar í høvuðsheitum frá hegnpelum og plattum av ruskstøðini. Í skúlakøkinum hava næmingarnir gjørt mat við stuttfluttari vøru, sum er velt á Sandoynni. Heimagjørt kips, gularótabollar og -muffins vóru á skránni.
Í handarbeiðsstovuni hava næmingarnir m.a. seymað skímaskur, helsi, hárelastikk og bundið smáar eygnalappar - alt samalt úr endurnýtsluklæðum.
Merkið, umframt búmerkini hjá Sandoyar meginskúla og B71 vóru gjørd í evning-stovuni. Her hava næmingarnir arbeitt við litsamanseting úr tilfari, sum í høvuðsheitum stavar frá endurnýtslupappi frá húsarhaldsmatvørum. Hesi skelti fara at prýða veggirnar á skúlanum næstu tíðina.
Vit vóna, at næmingarnir taka nýggja kunnleikan og royndirnar heim við sær og sostatt gerast meira tilvitaðir um ruskskiljing, endurnýtslu og at taka burðardyggar avgerðir í gerandisdegnum.
Tað hevur verið ein fragd at síggja, hvussu næmingarnir hava samstarvað, deilt hugskot sínámillum og skapt nýggj sambond tvørtur um floksmørk.
Slíkar evnisvikur geva møguleika fyri, at næmingar kunnu vera saman á ein øðrvísi hátt, enn vanligi skúladagurin hevur við sær. Nýggju sambondini liva víðari í fríkorterunum, og á henda hátt eru tey við til at styrkja sosiala felagsskapin í skúlanum.
Í morgin tríva vit aftur í vanligu skúlagongdina - við nýggjum áskoðanum og einari grønari tilgongd.