07. okt. 2025
Fyrireiking til Ungdómsting 2026.
Hervør Pálsdóttir vitjar 9. flokk
Í samband við Ungdómstingið, sum Løgtingi á hvørjum ári skipar fyri, var løgtingskvinnnan, Hervør Pálsdóttir, á vitjan hjá 9. flokki.
Endamálið við Ungdómstinginum er:
- at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
- at læra næmingar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
- at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
- at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um
8. og 9. februar 2026 ætlar 9. flokkur á Sandoyar Meginskúla at luttaka í tiltakinum, sum verður í Løgtinginum.
Freistin at senda inn uppskot er 25. november 2025 og verður hetta gjørt umvegis skúlan.
Vit gleða okkum at fylgja við, hvørji spennandi uppskot okkara ungu "politikkarar" koma við.