Búmerkið hjá felagnum
22. okt. 2025

Heilsustýrið og Ítróttarsamband Føroya bjóða til tiltak um nikotin og tubbak.

Mikudagin tann 22. oktober. kl 10.00-11.00

Hvat er tað, sum smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan?

Tiltakið varð stroymt beinleiðis úr Løkshøll, har næmingar úr Runavíkar kommunuskúla fylgdu við. Allir skúlanæmingar í hádeild kring landið, vóru hjartaliga vælkomnir at fylgja við stroymingini frá egnum skúlastovum. Og tað gjørdu vit eisini her á Sandoyar meginskúla.

 

Meira um tiltakið:

Vit síggja alsamt fleiri e-sigarettir og snús ímillum okkara ungu. Eisini í skúlum og í ítróttaumhvørvunum. Litríkir pakkar og spennandi smakkir, sum minna meira um bomm enn um vanabindandi rúsevni. Vit vita, at mongdirnar, ið vit innflyta av nikotini, eru vaksandi, men spurningurin er, um vit vita, hvussu vandamikið nikotin í veruleikanum er fyri ein ungan barnaheila. Vit hava ein grundaðan mistanda um, at hvørki vaksin ella børn hava nøktandi vitan um avleiðingarnar av at gerast krøktur af nikotini á ungum árum. 

Tí skipa  Heilsustýrið  og  Ítróttasamband Føroya (ÍSF)  fyri kunnandi tiltaki fyri skúlanæingum í hádeild um nikotin. Vit ynskja at deila vitan og seta tankar ígongd hjá børnum og vaksnum.

 

Skráin til fyrilesturin:

kl. 10.00: Vælkomin

kl. 10.10: "Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan" - Charlotte Pisinger

kl. 10.30: "Hvussu ávirkar nikotin okkara avrik" - Signar Hilmarson, ÍSF

kl. 10.45: Spurningar og svar umvegis mentimeter

kl. 11.00: Endi

 

 

Sí eisini kunnandi filmsbrot: Nikotin, vandamikið fyri børn og ung