Foreldrafundur í 7.-9. flokki.
SSP bjóðar til foreldrafund hósdagin 8.jan kl. 18.00
Tey ungu hava brúk fyri, at foreldur tosa saman, um hvussu foreldur á ein góðan hátt kunnu vera um tey, ímeðan tey læra at fóta sær í ungdómsárinum.
Fyri at fáa innlit í støðuna og vanar hjá næmingunum, verður verkstova og spurnakanning fyrr um dagin. Næmingar brúka tá snildfon ella teldu. Vit bjóða tykkum á ein felags foreldrafund hósvøldið 8. jan. 2026 kl. 18.00-20.00 í Sandoyar Meginskúla (kantinan í høllini), har vit seta á stovn eitt foreldraforum, um tað Góða ungdómslívið í 7.- 8.- og 9. flokki.
Tað er gevandi hjá foreldrum at hittast og skifta orð um áskoðanir, rammur, sosialu samveruna og trivnaðin í flokkinum. Ynskiligt er, at bæði foreldur luttaka og hava við sær snildfon.