Ungdómsting 2026.
9. flokkur latið uppskot inn
Í samband við Ungdómstingið, sum Løgtingið á hvørjum ári skipar fyri, hava næmingar í 9.flokki latið uppskot inn.
Endamálið við Ungdómstinginum er:
at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
at læra næmingar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um
Freistin at senda inn uppskot var 25. november 2025 og í døgunum 3.-4. februar sluppu næmingar kring landið at royna seg sum politikkarar, har tey løgdu síni uppskot fram, komu við viðmerkingum til uppskotini hjá hvørjum øðrum, umframt tey eisini atkvøddu fyri ella ímóti framløgdu uppskotunum, sum vóru til viðgerðar.
Hinir næmingarnir á Sandoyar Meginskúla hava við áhuga fylgt við sínum skúlafeløgum í sjónvarpinum.