Búmerkið hjá felagnum
16. feb. 2026

Fastalávintshald 2026.

Í ár vóru allir skúlarnir í Sandoynni í Skálavík og hildu fastalávint saman

Dagurin var sera væl eydnaður. 
Nógvar fittar og kreativar grýlur vóru at sjá. Næmingarnir slóu tunnu. Hjá 1.-2.fl. og 3.-4. og 5. flokki náddu næmingarnir bert at sláa ta einu ferðina, áðrenn kattakongarnir vóru funnir. 
Heldur longri gekk hjá eldru næmingunum. Tunnan hjá 6. og 7. flokki var tann drúgvasta at fáa niður. 

Eftir tunnuslátturin var farið upp á gólv og næmingarnir vóru sera raskir at kvøða. Teir kvóðu m.a. Burtur av heiði, Stolt Signhild, Brestiskvæði, Sigmundskvæði yngra og Ormin langa. Hendrik Egholm hjálpti til við at kvøða. 
Eftir dansin fingu næmingarnir kakao og bollar og síðani var kreativasta og vakrasta grýla kosin. 

Kattakongarnir í ár:
- Eva Harriet hjá 1.-2. flokki
- Janus hjá 3.-5. flokki
- Lukas hjá 6.-7. flokki
- Fróði hjá 9. flokki

Kreativastu og vakrastu grýlurnar vóru:
- Krista Matea 
- Liam
- Brestir
- Enok

Fleiri myndir.