Búmerkið hjá felagnum
27. mar. 2026

Val á Sandoyar Meginskúla.

Næmingarnir royndu demokratiið í verki

Spenningurin og forvitni var í hásæti á valdegnum, 26. mars, tá ið næmingarnir komu í skúla. Tí henda dag skuldu tey ikki bert hoyra um demokrati, men sluppu at royna tað eisini. 

Júst sum í einum vanligum vali, høvdu flokkarnir uppstillingarfund, her høvdu næmingar við lutakast fingið til uppgávu at umboða sjónarmiðini hjá ymsu flokkunum. 
Allir næmingar fingu valkort, sum tey lótu inn, fingu síðani valseðil, fóru inn í "boksina" í stovuni hjá Heilsusystrini at seta krossin. Síðani vóru valseðlarnir latnir niður í valkassan. 
Gudny og Eir vóru í valnevndini og høvdu til uppgávu at telja allar atkvøður upp - hetta var gjørt á ein hátíðarligan og álvarsligan hátt, júst sum til eitt ordiligt val. 

Eisini eru tað tær báðar, ið hava tikið stig til dagin og fyriskipað hann so væl.


Valluttøkan

100% høvdu valrætt.

71,8% luttóku á valinum. (9. flokkur var burturstaddur hendan dagin)

A = 28,57%

B = 9,52%

C = 9,52%

D = 26,19%

E = 11,90%

F = 9,52 %

H = 2,38%

Blankar atkvøður: 2,38%

 

Hví skipa vit fyri vali?

At sleppa at velja á skúlanum er ikki bert stuttligt, tað er eitt týdningarmikið og læruríkt upplivilsi.

Næmingarnir fáa:

  • eina ítøkiliga fatan av, hvussu eitt val gongur fyri seg.
  • kunnleika um demokratiskar gongdir og borgarligar skyldur.
  • møguleika at tosa um, hvat atkvøðurættur er
  • eina uppliving av ábyrgd og felagsskaparkenslu
  • eitt natúrligt høvi til at arbeiða við kritiskari hugsan, grundgevingum og politiskum evnum á ein aldurssvarandi hátt.


Tá ið næmingarnir sjálvir royna at atkvøða, verður demokratiið livandi. Tað gevur eina betri fatan av tí, enn bøkur og samrøður ellars høvdu givið.

 

Dagurin styrkir bæði myndan og felagsskap

Valið kveikti áhugan fyri einum góðum orðaskifti, og fleiri næmingar settu eisini forvitnisligar spurningar um politik, samfelag og avgerðartilgongdir.

Tað eru júst hesar samrøður, vit ynskja at fremja. Tí hetta eru samrøður, ið geva næmingunum dirvi, forvitni og hug til at taka lut í felagsskapinum, bæði nú og framyvir. 

Fleiri myndir.