03. sep. 2026
Logos Hope.
Flokkar á Meginskúlanum vitjað umborð á Logos Hope.
Fríggjadagin í undanfarnu viku vóru 8. og 9. flokkur á forvitisligari og spennandi vitjan umborð á Logos Hope, ið hevur ligið við bryggju í Havn.
Týsdagin vóru 6. og 7. flokkur eisini og vitjaðu umboð á Logos Hope. Eftir tað varð farið niðan á Landssjúkrahúsið, har Jákup av Kák vísti flokkunum runt.
Næmingarnir vóru fyrimyndarligir og høvdu ein avbera góðan og hugnaligan túr.