Búmerkið hjá felagnum
11. sep. 2026

Ítrótta - og rørsluvika.

#VITERUVIÐ

Ein vika, har vit raðfesta rørslu og felagsskap – og fáa smílini fram.

Í vikuni ymisk átøk skipað í skúlanum, m.a. inniróður, rennidagur, ítróttadagur, dansur og gongutúrur.

Vit savna metrar og rørslumetrar. Okkara mál kann vera í minuttum, metrum ella bæði.

     

Standalinjan á Sandoynni er 98.096m, og vit fara at royna at koma so ofta runt strandalinjuna á Sandoynni sum gjørligt.

Næmingarnir fáa eitt skjal heim við hvønn dag at skráseta, hvussu virkin tey eru. Foreldur/verjar vátta skjalið, og næmingarnir hava skjalið við í skúla næsta dag. Eftir hvønn loknan dag gera vit upp, hvussu nógvar metrar og rørslumetrar vit hava savnað. 

Boð verða givin á heimasetninginum, um hvat er á skránni hvønn dag. Næmingar mugu hava klæðir og skógvar við til høvið