11. sep. 2026
Spæliliðið 2026/27.
Spæliliðið fyri skúlaárið 2026/27 skipað.
Spæliliðið fyri skúlaárið 2026/27 er skipað. Spæliliðið er mannað við Rúna og Rúnar Filip úr 9.flokki og Leah og Daviu úr 8. flokki.
Mikudagin 9. septembur var spæliliðið á skeiði í skúlanum við Løgmannabreyt.
Á skeiðnum lærdu tey eina rúgvu av ymsum spølum, og hvørjar uppgávurnar hjá spæliliðinum eru.
Tey vístu eisini spøl fram fyri hinum skeiðsluttakarum og royndu seg sum spælilið á fyrsta sinni.
Vit gleða okkum til eitt stuttligt, spennandi og mennandi spæliár!