Ítrótta- og rørsluvikan #VITERUVIÐ av.
Ein vika, har vit hava raðfest rørslugleði, samanhald og felagsskap.
So er ítrótta- og rørsluvikan #VITERUVIÐ av.
Okkara næmingar og starvsfólk hava veruliga kýtt seg og verið virkin.
Sandoyar Meginskúli hevur tilsamans savnað 3.716.315 metrar og rørslumetrar. Hetta er umleið 38 ferð runt Sandoynna og nærum tríggjar ferð runt føroysku strandalinjuna.
Sandoyar Meginskúli telist millum stovnarnar, ið hava savnað flest metrar í øllum Føroyum.
Mánadagin varð árliga skúlarenningin á skránni. 9.flokkur skipaði fyri upphiting og stóð á postum. Eftir renningina bjóðaði skúlin okkurt søtt undir góman og saft.
Skjótastu rennararnir á 10km teininum gjørdust Jákup í 6.fl og Janus í 6.fl.
Týsdag seinnapart fóru vit í skúlagarðin at spæla ymisk smáspøl. Spølini vóru Tví fyri meg, heniover, fóttennis og vit hoppaðu band. Flokkarnir vóru á hvørjum posti í 20 minuttir.
Mikudagin seinnapart fingu vit vitjan av Onnu Sofíu og Karl. Tey løgdu lag á og lærdu okkum at dansa line dans og standard dans.
Hósdagin seinnapart var inniróður á skránni. Sarita legði lag á og síðani var liðkapping á skránni, har flokkarnir vóru skipaðir í smærri lið og runnu/róðu staffet
Fríggjadagin var árligi ítróttadagurin á skránni. Flokkarnir skuldu loysa sjey postar og síðani dystast í høvdingabólti. Eftir ítróttadagin varð grillað.