20. okt. 2026
Listaleypurin á vitjan 22.10.26.
Skapa eitt plagg um, les meira niðanfyri!
Í hesi verkstovuni fara næmingarnir at læra um klædnaídnaðin, og hvussu nógv arbeiði og tilfeingi liggur í hvørjum plaggi. Frida Poulsen gevur eina greiða og skilliga innleiðing í burðardygd og tær avbjóðingar, sum eru knýttar at framleiðslu og nýtslu av klæðum.
Síðani arbeiða næmingarnir verkliga við at pilka eitt gamalt plagg sundur og skapa okkurt nýtt burtur úr tí. Verkstovan leggur dent á kreativa tilgongd, handaligt arbeiði og nýhugsan.
Endamálið er at geva næmingunum bæði vitan og verkligar royndir, sum kunnu broyta teirra hugburð til klæðir og nýtslu.