21. okt. 2026
Les og stuðla.
Vit lesa og savna pening inn til landsinnsavningina hjá Reyða Krossi 31. oktober.
Les og stuðlað!
Frá 20. oktober til 27. oktober fara allir skúlar og barnagarðar á Sandoynni at standa saman um eina heilt serliga verkætlan: Vit fara at lesa fyri at savna pening inn til landsinnsavningina hjá Reyða Krossi, sum verður 31. oktober.
Við átakinum "Les og stuðla" sláa vit tvey flugur við einum smekki – vit fara at lesa meira, samstundis sum vit hjálpa teimum, ið hava tørv á tí.
Næmingarnir hava fingið nærri kunning heim við.