15. nov. 2026
Jólagalla.
Hóskvøldið var á fyrsta sinni skipað fyri Jólagalla á Sandoyar Meginskúla
Jólagalla er ein jólaveitsla fyri 8. og 9.flokk, sum 9. flokkur stendur fyri og fyriskipar.
Talan er um eina rús-, royk-, snús- og telefonfrí veitsla - og klædnareglan er fínasta stás.
Endamálið við veitsluni er at fremja góðan felagsskap og góðan borð- og veitslusið.
Á skránni er m.a góður matur, hugni, spøl og dansur.
Á matarlepanum vóru 3-rættar matskrá, flokkarnir skipaðu fyri undirhaldi og tema’ið var Winter Wonderland.
Jólagalla hepnaðist sera væl og næmingarnir hugnaðu sær óført.