Búmerkið hjá felagnum
18. des. 2024

Jólavikan.

Hesa vikuna er øðrvísi skúlagongd inni á Sandoyar Meginskúla! Týsmorgunin legði Jonathan Warner fram um barndómsjól í Onglandi og í morgun var Kristian Højsted inni á skúlanum og greiddi frá. Umframt morgunløtur við framløgum og sangi, so skipaði skúlin fyri filmskapping og hettar arbeiddu dugnaligu næmingarnir við í allan gjár. Í morgun vóru allir filmar so vístir og vinnarin kosin: Teodora, Sarita og Elly vunnu kappingina um besta filmin. At enda dansaðu vit jólatræ og jólamenn vitjaðu og lótu gávur, áðrenn næmingarnir fóru heim.

Fleiri myndir.