Búmerkið hjá felagnum
28. okt. 2025

Skúlarenning mikudagin 29.10.25 kl.8.

Skúlarenning 29.10.25

So er aftur tíð at finna renniskógvarnar fram!

Mikudagin 29. oktober verður árligi rennidagurin á Sandoyar Meginskúla.

Allir næmingar møta til morgunsang í Niðristovu kl. 08.00.

9. flokkur skipar fyri upphiting áðrenn farið verður at renna.

Tá næmingarnir eru lidnir at renna, fáa teir okkurt søtt undir góman.

Dagurin endar kl. 12.

Heitt verður á bilførarar um at vísa serligt ansni hetta tíðarskeiðið.