Føst boð.
Fartelefonir og annað
Telefonirnar verða savnaðar inn til fyrsta tíma og goymdar vekk á tryggum staði. Næmingarnir fáa telefonina aftur áðrenn farið verður heim. Er telefonin við í skúla skal hon latast inn.
Skúlin tekur ikki ábyrgd, um telefonir og onnur tól fáa skaða.
Kunning
- Vit lesa 20 minuttir frílesing, hvønn morgun.
- Matpakka
Floksins tími
Annan hvønn fríggjadag hava vit floksins tíma síðsta tíma. Tá bjóða næmingarnir okkurt gott, og vit hugna okkum saman, við atliti at trivnaði.
Heimasetningurin
Heimasetningurin verður lagdur inn í seinasta lagi kl. 16 dagin fyri.