Sorgarætlan.
Sorgarætlan fyri Sandoyar Meginskúla
- Um avvarandi hjá næmingi verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða
- Um næmingur doyr
- Tíðin eftir deyðan
- Um lærari doyr
Fastar mannagongdir
- Flaggið verður vundið á hálva stong, tá ið andlátið er staðfest
- Flaggið verður vundið á hálva stong um kistan skal koyrast fram við Meginskúlanum
- Til morgunsang verða hóskandi sangir sungni
- Prestur kemur inn á skúlan at hava andakt
- Heislusysturin kunnar um, hvussu vit taka ímóti avvarandi, tá ið tey koma aftur í skúla og er annars tøk til samrøður eftir avtalu.
1. Um avvarandi hjá næmingi verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða
- Um boðini koma á skúlan, og avvarðandi ikki sjálvi kunnu geva barninum boðini verður mælt til, at skúlastjórin og flokslærarin/toymið geva boðini á hóskandi stað
- Mælt verður til, at næmingurin fær umstøður at sissa seg, fær umsorgan og ikki er einsamallur ella fer einsamallur heim
- Um avvarðandi sjálvi koma á skúlan at geva boðini, verður sama mannagongd fylgd
- Eru fleiri systkin á skúlanum, verður sama mannagongd fylgd
- Skúlastjórin/flokslærarin kunnar starvsfólkini
- Flokslærarin/toymið kunnar floksfelagar og funnið verður fram til, hvussu næmingurin kann stuðlast, t.d. jarðarferð, vitjan í heiminum, skúlaarbeiði o.a.
- Skúlastjórin/flokslærarin meta um, nær og um neyðugt er at tosa við heimið um skúlagongdina framyvir
- Skúlin kann senda heilsan, blómur, krans
- Møguliga kann flokkurin senda kort/brøv heim til rakta næmingin
- Flokslærarin/toymið kann fara á heimavitjan
- Flokslærarin/heilsusysturin fyrireikar hinar næmingarnar um, hvussu teir eiga at fara við tí rakta næminginum
- Tá ið næmingurin kemur aftur í skúla eigur flokslærarin/toymið at taka hond um næmingin
- Skipast kann fyri, at rakti næmingurin sigur frá tankum og kenslum, fær spurningar frá hinum
- Bæði áðrenn og eftir, at rakti næmingurin kemur í skúla, ber til at viðgera evnið Deyðin. Spyr bókavørðin um tilfar, bøkur, bond
- Lærararnir, ið eru um flokkin, mugu vísa tolsemi, fyrilit og umhugsni
- Heilsusysturin kunnar viðkomandi lærarar um langtíðarárin, tá børn/ung verða rakt av kreppu og sorg
- Um næmingurin sær út til at hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, kann skúlin – saman við foreldrunum – taka stig til hetta
2. Um næmingur doyr
Um næmingur hevur verið leingi sjúkur:
- Skúlastjórin ella flokslærarin/toymið kunnar starvsfólk og floksfelagar
- Tímatalvan verður broytt soleiðis, at flokslærarin/toymið kann vera um flokkin
- Ljós verður tendrað á plássinum hjá tí deyða
- Tá øll hava fingið boð, verður flaggið vundið á hálva stong
- Áðrenn næmingarnir fara heim, kann vera neyðugt at tryggja sær, at onkur, ið veit um støðuna er heima og tekur ímóti
- Skúlastjórin, flokslærarin, toymið, prestur skipa fyri minningarhaldi. Umráðandi at foreldrini eru vitandi um hetta
- Støða takast til, um skúlagongdin skal halda fram eftir minningarhaldið ella ikki
- Til minningarhaldið skulu floksfelagarnir hava møguleika at minnast tann deyða á sín hátt. T.d. við sangi, minningarorðum, myndum, tekningum e.ø.
- Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um vitjast skal í heiminum hjá tí deyða
- Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um næmingarnir skulu síggja tann deyða
- Skúlin/flokkurin sendir heilsan/krans
- Flokkurin og flokslærarin/toymið eru við til jarðarferðina og ervið
Um næmingur doyr brádliga:
- Fer hendingin fram í umhvørvi skúlans, skal hjástaddi lærarin beinanvegin seta seg í samband við, lækna, alarmsentralin, heimið og leiðslu skúlans
- Skúlastjórin kunnar starvsfólk um, hvat farið er fram
- Flokslærararnir/toymini kunna flokkarnar um, hvat farið er fram
- Tá øll hava fingið boð, verður flaggið vundið á hálva stong
- Flokslærarin/toymið meta um støðuna og tryggja sær, at eingin er einsamallur, ið tørvar hjálp
- Áðrenn næmingarnir fara heim, kann vera neyðugt at tryggja sær, at onkur er heima og tekur ímóti
- Skúlastjórin, flokslærarin, toymið, prestur skipa fyri minningarhaldi
- Støða takast til, um skúlagongdin skal halda fram eftir minningarhaldið ella ikki
- Til minningarhaldið skulu floksfelagarnir hava møguleika at minnast tann deyða á sín hátt. T.d. við sangi, minningarorðum, myndum, tekningum e.ø.
- Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um vitjast skal í heiminum hjá tí deyða
- Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um næmingarnir skulu síggja tann deyða
- Skúlin/flokkurin sendir heilsan/krans
- Flokkurin og flokslærarin/toymið og foreldrini eru við til jarðarferðina og ervið
3. Tíðin eftir deyðan
Tiltøk í skúlastovuni:
- Seta mynd av tí deyða á borðið í skúlastovuni, har hann/hon sat. Myndin verður standandi skúlaárið út
- Fyrstu tíðina setir flokslærarin/toymið eina løtu av hvønn dag, soleiðis, at floksfelagarnir kunnu bera fram minnir og hugleiðingar. Hetta kann gerast munnliga, skrivliga ella við tekningum
- Tekna myndir, skriva brøv/samkenslubrøv/samkenslubók. Møguliga geva foreldrunum hjá tí deyða hesi
- Skriva minningarorð, ið møguliga kunnu setast í bløðini og verða givin foreldrunum hjá tí deyða
Tiltøk framyvir
- Á føðingardegnum hjá tí deyða verður ljós tendrað í floksstovuni
- Á føðingardegnum hjá tí deyða vitjar flokkurin og flokslærarin á grøvini
- Lærararnir, ið eru um flokkin mugu vísa tolsemi, fyrilit og umhugsni
- Heilsusysturin kunnar viðkomandi lærarar um langtíðarárin, tá børn/ung verða rakt av kreppu og sorg
4. Um lærari doyr
- Skúlastjórin kunnar starvsfólk um, hvat farið er fram
- Flokslærararnir/toymini kunna flokkarnar um, hvat farið er fram
- Tá øll hava fingið boð, verður flaggið vundið á hálva stong
- Skipað verður fyri minningarhaldi saman við næmingunum.
- Støða takast til, um skúlagongdin skal halda fram eftir minningarhaldið ella ikki
- Áðrenn næmingarnir fara heim, kann vera neyðugt at tryggja sær, at onkur er heima og tekur ímóti
- Skúlin sendir heilsan/krans