Trivnaðarætlan.
At liva er at læra, at læra er at liva
Førleiki, fimi & framtíð
Sum almenni felagsskúlin í Sandoynni samansjóða og leggja vit undirvísing til rættis fyri næmingum í 6.-10. fl. Sambært endamáli fólkaskúlans, stremba vit eftir:
- At stuðla næmingunum at mennast fakliga, sosialt og siðalagsliga.
- At menna ein skúla, har virðing er fyri lærdómi og ymisleika.
- At skapa eitt trygt læriumhvørvi, har næmingar og lærarar fáa høvi at nýta síni evni, styrkir og hugflog
Virðisgrundalag skúlans
Okkara skúli virkar undir endamálsorðing fólkaskúlans, og vit leggja dent á hesi virði
- Menning av førleikum og fimi
- Ábyrgd og álit
- Trivnað
- Virðing fyri umhvørvinum
Trivnaðarætlan fyri Sandoyar Meginskúla
Tað er ein rættur hjá øllum at kenna seg trygg í skúlanum. Trivnaður er ein grundleggjandi fortreyt fyri einum góðum læriumhvørvi.
Vit hava sett okkum hesi mál:
- at øll trívast og kenna seg trygg
- at øll vísa fyrilit, umsorgan og virðing fyri hvørjum øðrum
- at øll taka ábyrgd av egnum gerðum
- at menna sjálvsálit, sjálvsvirði og samstarvsevni hjá hvørjum einstøkum næmingi
- at menna samstarvið millum næmingar, lærarar, skúla og heim
- at umstøðurnar á skúlanum eru mennandi bæði úti og inni
Hvussu arbeiða vit fram ímóti málinum?
Á skúlanum arbeiða vit í flokkunum m.a. við:
- Samverureglum
- Floksreglum
- Floksinstími
- Næmingasamrøðum
- Skifta pláss
- Skúlin arbeiðir alsamt við at hava samanhald, felagskenslu og trivna í hásæti.
- Skúlin er telefonfríur skúli vísandi til skjal á heimasíðu
- Skipanir, ið stuðla trivnaðinum
Afturvendandi tiltøk á skúlanum eru:
- morgunsangur
- spælilið
- samstarv millum lærarar í flokstoymi
- ársætlanir fyri skúla, flokk og fak
- floksinstími
- foreldrafundir
- foreldraviðtalur
- næmingasamrøður
- næmingaráð
- SSP átøk
- AKT átøk
- sangløtur
- renningardagur
- ítróttardag
- kavadag
- jólahald - vitjanir í nærumhvørvinum
- felags føatalávintshald
- evnisvika
- Listaleypurin
- landsroyndareftirmeting saman við leiðslu, flokstoymi, foreldur og næmingi
- síðsti skúladagur hjá framhaldsdeild
- juniætlan fyri 6. og 7.fl.
- útferð, seturskúli og námsferð
- skúlin bjóðar foreldur og avarandi inn til tiltøk
- Kom og les-átak fyri allan skúlan
- Rudda Føroyar
Skipanir
Leiðsla, førleikastova, heilsusystir, SSP, AKT, næmingaráð, foreldraumboð í flokkunum, skúlastýrið, skúlasamband og UVS samstarva um ábyrgdina av trivnaðinum á skúlanum.
Reglur og ábyrgd
Skúlin hevur greiðar atferðarreglur, sum øll hava ábyrgd av at fylgja.
Sí skjal á heimsíðu
Leiðslan skal veita trygd fyri greiðum karmum, ið skapa tryggleika fyri allar partar.