Búmerkið hjá felagnum
Heim / Um skúlan / Menningarætlan /
Um eldur er í

Um eldur er í.

Mannagongd, um eldur kemur í

Sandoyar Meginskúli Heimasandsvegur 142, 210 Sandur

Venjingar og mannagongdir, um eldur kemur í......

Venjingar:

  • ​Í Sandoyar Megin skúla verður skipað fyri innanhýsis brandvenjingum árliga í oktober.
  • ​Í Sandoyar Meginskúla verður miða ímóti árliga at hava skipaða brandvenjing saman við sløkkiliðnum.

Um eldur kemur í, verður borið soleiðis at:

  1. Ring altíð fyrst til 112
  2. Boða frá, at eldur er í Sandoyar Meginskúla á Heimasandsvegi 142
  3. Sig títt navn

Starvsfólkini, á hvørjari stovu sær, skipa fyri at fáa øll børnini út skjótasta og nærmasta veg. Protokollin skal við út.

  • Øll samlast soleiðis: í skúlagarðinum við skýlið ímóti vegnum. Tøl eru sett upp, ið ávísa hvar hvør flokkur skal stilla seg.
  • Á samlingarstaðnum stilla næmingarnir upp í rekkju, síðani telur lærarin, um allir næmingarnir, sambært protokolluni, eru komnir út.
  • Starvsfólkini boða leiðaranum ella trygdarumboðnum frá, um øll eru komin út.
  • Leiðarin ella trygdarumboðið tekur ímóti sløkkiliðnum, gevur teimum boð um øll eru komin út,
  • ........so tekur sløkkiliðið yvir.

Sandoyar Meginskúli