Ódnaðarvegur.
Mannagongd:
- Verður boðað frá so ringum veðri, at eingin skúlabussur koyrir, so kunngerð skúlin fyrst og fremt gjøgnum heimasíðuna (og møguliga eisini KVF), at skúlagongdin er avlýst
- Verður ódnarveður, ímeðan børnini eru í skúla, so heldur skúlagongdin fram sum vant, um ikki skúlabussførarnir meta tað vera ráðiligt at koyra næmingarnir heim.
- Skúlabussførarin tekur avgerð um bussurin koyrir ella ikki
- Fer ljósið og er burtur so leingi, so at tað verður ógjørligt at halda fram við undirvísingini, ella tað kólnar ov nógv í stovunum, at tað ikki er verandi har longur, so boðar skúlin frá á heimasíðuni og bussarnir koyra næmingarnir heim.