Reglugerð

 

Leiðreglurnar, sum eru lýstar á heimasíðu skúlans meginskulin.fo, skulu fylgjast í sambandi við útleigan og almenna svimjing.

 

1. Svimjitíðin er 1 tíma íroknað úr- og ílating.

2. Lat teg úr øllum klæðunum og vaska tær væl, áðrenn tú fert í hylin.

3. Børn undir 8 ár hava bara atgongd saman við vaksnum.

4. Svimjiklæðini skulu vera rein.

5. Tað er bannað at nýta snorkil.

6. Tað er bannað at skumpa ein annan í hylin, og halda øðrum undir.

7. Tað er bannað at svimja ávirkaður.

8. Boð frá starvsfólki skal fylgjast.

9. Svimjihøllin tekur onga ábyrgd av virðislutum o.ø. hjá teimum vitjandi.

10. Børn í skúlaaldri: Dreingir skifta inni í mannfólkarúminum, gentir skifta í konufólkarúminum. 

11. Lívbjargari skal altíð verða til staðar, tá svomið verður.