Sandoyar Meginskúli
-At liva er at læra, at læra er at liva
Førleiki, fimi & framtíð
Sum almenni felagsskúlin í Sandoynni, ið býður og leggur til rættis undirvísing fyri næmingum í 6.-10. fl. sambært endamáli fólkaskúlans, stremba vit eftir
· At geva næmingunum eina góða grundútbúgving fakliga, socialt og siðalagsliga
· At menna ein skúla, har virðing er fyri lærdómi og virðing fyri hvørjum øðrum er í hásæti
· At skapa eitt trygt arbeiðsumhvørvi, har næmingar og lærarar fáa høvi at nýta síni evni og hugflog
Virðisgrundalag skúlans
Okkara skúli virkar undir endamálsorðing fólkaskúlans, og vit leggja dent á hesi virði
· Menning av førleikum og fimi
· Ábyrgd og álit
· Trivnað
· Umhvørvi
Trivnaðarætlan fyri Sandoyar Meginskúla
Tað eigur at vera ein rættur hjá øllum at kenna seg trygg í skúlanum. Trivnaður er ein grundleggjandi fortreyt fyri einum góðum læriumhvørvi.
Vit hava sett okkum hesi mál:
-at øll trívast og kenna seg trygg
-at øll vísa fyrilit, umsorgan og virðing fyri hvørjum øðrum
-at øll taka ábyrgd av egnum gerðum
-at menna sjálvsálit, sjálvsvirði og samstarvsevni hjá hvørjum einstøkum næmingi
-at menna samstarvið millum næmingar, lærarar, skúla og heim
-at umstøðurnar á skúlanum eru mennandi bæði úti og inni
Hvussu arbeiða vit fram ímóti málinum?
Á skúlanum arbeiða vit í flokkunum m.a. við:
• Samverureglum
• Floksreglum
• Floksfundum
• Næmingasamrøðum
• Skifta pláss
Skúlin arbeiðir alsamt við at hava samanhald, felagskenslu og trivna í hásæti.
Skúlin er telefonfríur skúli vísandi til skjal á heimsíðu
Skipanir, ið stuðla trivnaðinum
Afturvendandi tiltøk á skúlanum eru:
• morgunsangur
• spælilið
• samstarv millum lærarar í flokstoymi
• ársætlanir fyri flokkin
• foreldrafundir
• foreldraviðtalur
• næmingasamrøður
• næmingaráð
• SSP átøk
• AKT átøk
• sangløtur
• renningardagur
• jólahald
• føstulávintshald
• evnisvika
• landsroyndareftirmeting saman við leiðslu, flokstoymi, foreldur og barn
• síðsti skúladagur hjá framhaldsdeild
• juniætlan fyri 6. og 7.fl.
• útferð, seturskúli og námsferð
• skúlin bjóðar foreldur og avarandi inn til jólahald v.m.
•” málið hesa vikuna” – felagsmál fyri skúlan í stytri tíðarskeið
Skipanir
Leiðsla, førleikastova, heilsusystir, SSP, AKT, næmingaráð, foreldraumboð í flokkunum, skúlastýrið, skúlasamband og MMR samstarva um at hava ábyrgd av trivnaðinum á skúlanum.
Reglur og ábyrgd
Skúlin hevur greiðar atferðarreglur
Sí skjal á heimsíðu
Leiðslan skal veita trygd fyri greiðum karmum, ið skapa tryggleika fyri allar partar.