Leiðreglar fyri ítróttarhøllina Inni Í Dal

November 2021

 

Gerandisdagar er høllin opin frá kl. 07.30-22.00. Frá kl. 07.30-14.00 hevur Sandoyar Meginskúli í samstarvi við húsavørðin ábyrgd av høllini. Kl. 14.00-22.00 hevur húsavørðurin ábyrgd av høllini. Leygardag og sunnudag er opið eftur avtalu við húsavørðin.

 

Húsavørðurin og ítróttarfeløgini gera avtalu um nýtslu av høllini.

 

Feløgini, ið nýta høllina ókeypis, skulu hava limaskap í viðkomandi sersambandi. Somuleiðis skulu allir borgarar í sýsluni kunna gerast limur í feløgunum. Feløgini hava ein ábyrgdarpersón, ið hevur samskifti við húsavørðin.
Tá íðkan/venjing er í høllini, SKAL ein ábyrgdarpersónur eldri enn 16 ár vera í høllini, og tey, ið nýta høllina, skulu lata hana aftur í sama standi, sum tá tey møttu!

 

Tað verður ikki givið loyvi til gisting í høllini/skúlanum.
Onki rúsevni má havast við ella nýtast í høllini.

 
Hesar treytir skulu uppfyllast fyri at fáa tíðir og atgongd til at nýta høllina.

 

Kostnaður pr.tíma kr. 400,00.