Frítímar

Skúlin roynir, so langt vikartímakvotan røkkur, og/ella vikarur er tøkur, at seta annan lærara fyri lærara, sum er burtur frá skúla vegna sjúku, skeið ella annað, men tað hendir, at næmingar ongan lærara hava onkran tíma.

Heimasetningur

Heimasetningur verður givið næmingunum. Skúlin væntar, at næmingurin kemur fyrireikaður í skúla.

Matfríkorterið

Fyrru helvt av matfríkorterinum eru allir næmingar í stovu síni og eta matpakka sín.

Havandi í huga týdningin, góður og sunnur matur hevur fyri menningina hjá næminginum og úrtøkuna av skúlagongdini, heitir skúlin á foreldrini um at bera so í bandi, at næmingarnir hava matpakka við hvønn dag. 

Klædnabúni

Tá ið næmingar eru í skúla, eiga teir eins og á øllum øðrum arbeiðsplássum at vera sømuliga ílatnir. 

Fartelefonir

Sandoyar Meginskúli er ein telefonfríur skúli. Si breddan TELEFONPOLITIKKUR.

Eldføri, knívar og líknandi

Tað er bannað at taka knívar, tendrarar o.a. vandamikið við í skúla.

Flokslærarin

  • Flokslærarin hevur skyldu at læra næmingarnar reglurnar og tekur sær av øllum v. v. næmingunum í flokkinum.
  • Hann tekur sær vanliga av samstarvinum millum heim og skúla.
  • Hann skal fáa í lag samstarv millum lærararnar, ið hava flokkin.

Næmingur kann ikki fáa frí úr skúlanum einstakar tímar ella einstakan dag uttan loyvi fra flokslæraranum. 

Samstarv við heimið

  • Skúlin miðar eftir at hava gott samstarv við heimið og skipar fyri foreldrafundum, viðtalum, flokstiltøkum og felagstiltøkum.

    Tá boð eru í sambandi við sjúkrafráveru/fráveru ella annað ber til at ringja á tlf. 361266, senda sms-boð ella teldupost til flokslæraran.

    Er fráveran fleiri enn 2 dagar mugu boð gevast umvegis leiðsluna á samesk@olivant.fo

    Um foreldur vilja hava samband við lærara, skal tað helst vera fyri kl.17.

    Á Sandoyar Meginskúli verður samskift umvegis telefon, sms og teldupost.

     

Fríkorterið

  • Tað er ikki loyvt næmingunum at fara út um skúlans øki í skúlatíðini.
  • Alt spæl skal vera so, at tað verður ongum at meini og ikki forðar øðrum børnum at spæla ótarnað.
  • Pappír, matleivdir o.t. skal í ruskíløtini.
  • Ongin royking er loyvd á skúlans øki.

Næmingasamkomur

  • Næmingasamkomur ella tiltøk, ið næmingarnir skipa fyri, kunnu bert fara fram undir lærara-eftirliti.
  • Til samkomurnar skal í hvørjum einstøkum føri loyvi verða fingið frá skúlastjóranum. 

Nakrar vanligar atferðarreglur

  • Allir næmingar hava skyldu at møta rættstundis.
  • Foreldur ella verji eiga persónliga ella skrivliga at siga skúlanum frá, tá ið næmingur er frá skúlanum.
  • Er næmingur vegna sjúku frá skúlanum í longri tíð, kann læknaváttan verða kravd.
  • Næmingur, sum biður frí frá skúla, skal venda sær til flokslæraran.

Skúlatímin

  • Tá ið ringir inn, heldur alt spæl uppat, og næmingurin kvikar sær, har hann eigur at vera.
  • Øll hava skyldu at lata skúlaamboð og ognir hjá øðrum næmingum, t.d. bøkur, taskur og klæði, fáa frið.
  • Amboð, sum næmingurin hevur fingið frá skúlanum, eru lán. Heimið og næmingurin hava ábyrgd av, at amboðini verða væl og nossliga hildin.

Skúlin krevur endurgjald fyri mistar el. illa viðfarnar bøkur.