Sandoyar Meginskúli

-At liva er at læra, at læra er at liva

 

Førleiki, fimi & framtíð

 

Sum almenni felagsskúlin í Sandoynni, ið býður og leggur til rættis undirvísing fyri næmingum í 6.-10. fl. sambært endamáli fólkaskúlans, stremba vit eftir

·       At geva næmingunum eina góða grundútbúgving fakliga, socialt og siðalagsliga

·       At menna ein skúla, har virðing er fyri lærdómi og virðing fyri hvørjum øðrum er í hásæti

·       At skapa eitt trygt arbeiðsumhvørvi, har næmingar  og lærarar fáa høvi at nýta síni evni og hugflog

 

Virðisgrundalag skúlans

 

Okkara skúli virkar undir endamálsorðing fólkaskúlans, og vit leggja dent á hesi virði

·       Menning av førleikum og fimi

·       Ábyrgd og álit

·       Trivnað

·       Umhvørvi

 

Trivnaðarætlan fyri Sandoyar Meginskúla

 

Tað eigur at vera ein rættur hjá øllum at kenna seg trygg í skúlanum. Trivnaður er ein grundleggjandi fortreyt fyri einum góðum læriumhvørvi.

 

Vit hava sett okkum hesi mál:

 

-at øll trívast og kenna seg trygg

-at øll vísa fyrilit, umsorgan og virðing fyri hvørjum øðrum

-at øll taka ábyrgd av egnum gerðum

-at menna sjálvsálit, sjálvsvirði og samstarvsevni  hjá hvørjum einstøkum næmingi

-at menna samstarvið millum næmingar, lærarar, skúla og heim

-at umstøðurnar á skúlanum eru mennandi bæði úti og inni

 

 

Hvussu arbeiða vit fram ímóti málinum?

 

Á skúlanum arbeiða vit í flokkunum m.a. við:
• Samverureglum
• Floksreglum
• Floksfundum
• Næmingasamrøðum

• Skifta pláss

Skúlin arbeiðir alsamt við at hava samanhald, felagskenslu og trivna í hásæti. 

Skúlin er telefonfríur skúli vísandi til skjal á heimsíðu

 

Skipanir, ið stuðla trivnaðinum

 

Afturvendandi tiltøk á skúlanum eru:
• morgunsangur
• spælilið
• samstarv millum lærarar í flokstoymi
• ársætlanir fyri flokkin
• foreldrafundir
• foreldraviðtalur
• næmingasamrøður
• næmingaráð
• SSP átøk 
• AKT átøk
• sangløtur 
• renningardagur
• jólahald
• føstulávintshald 
• evnisvika
• landsroyndareftirmeting saman við leiðslu, flokstoymi, foreldur og barn
• síðsti skúladagur hjá framhaldsdeild
• juniætlan fyri 6. og 7.fl.
• útferð, seturskúli og námsferð 
• skúlin bjóðar foreldur og avarandi inn til jólahald v.m.

•” málið hesa vikuna” – felagsmál fyri skúlan í stytri tíðarskeið

 

Skipanir

 

Leiðsla, førleikastova, heilsusystir, SSP, AKT, næmingaráð, foreldraumboð í flokkunum, skúlastýrið, skúlasamband og MMR samstarva um at hava ábyrgd av trivnaðinum á skúlanum.

 

 

 

Reglur og ábyrgd

Skúlin hevur greiðar atferðarreglur

Sí skjal á heimsíðu

Leiðslan skal veita trygd fyri greiðum karmum, ið skapa tryggleika fyri allar partar.