Hósdagur 19. mars

Blindskrift: https://www.skrivhurtigt.dk/ 
Trýstið á leinkjuna omanfyri og venjið blindskrift í 20 min. 
Tit skulu føra eina logbók yvir blindskriftina hvønn dag, ið tit hava fyri. Hetta skriva tit í tykkara hefti. 
Skrivið niður: Dato     -      Lektion/øvelse ("vælg lektion" í høgra hjørni)     -     villur. 

Dømi:
19. mars
Lektion: 1-3
40 villur. 

Blindskrift er sera heint at duga, bæði tá ið tit sita til roynd og skriva stílar og fyrisagnir, men eisini seinni í lívinum, tá ið tit fara út á arbeiðsmarknaðin. 

 

https://snar.fo/fileadmin/05_bokavising/Eg_skrivi/Eg_skrivi9/files/assets/basic-html/index.html#84-85 

S. 84-85: Um tit ikki kunnu prenta síðurnar út, mugu tit skriva svarini í tykkara hefti. 

s. 84:   1. runda: Loysið fyrst uppgávuna uttan hjálpiamboð.
             2. runda: Gjøgnumgangið nú øll orðini við orðabók ella sprotanum (orðabókin er best). 
             Hvussu nógv høvdu tit rætt?

s. 85: Greinið setningarnar og setið komma. 

Fríggjadagur 20. mars

Blindskrit: Sí uppgávuorðing og leinkju omanfyri.


Lesið søguna "Eigi eg at varða um bróðir mín"

https://snar.fo/skipan/slodir/linkobject/eigi-eg-at-varda-um-brodir-min/?fbclid=IwAR28zbx-VxI3lKkjSMciZQXWtTbXNMO1VNAKAlgDo2E9vGbsfaFs6Ls40I8 

- Skrivið ein samandrátt av stuttsøguni. 

- Lesið næsta brotið á fyrstu síðu umaftur. (,,Vit vóru øll somul ung og fátøk...")
Hvat snýr hetta brotið seg um? Hvat heldur tú um hetta brotið? Skrivið í heftið. 


Mándagur 23. mars

Blindskrift: Sí uppgávurðing og leinkju omanfyri. 

Stuttsøga: ,,Eigi eg at varða um bróðir mín"
- Gerið eina persónslýsing av Jensi, Janusi, Lis, Eriku, Georg og 1. persóninum (eg-persóninum).
- Persónslýsingin skal bæði vera ein uttara (útsjónd og tílíkt) og innara persónslýsing (t.d. hvussu eru tey sum persónar, hvussu uppføra tey seg, eru tey fitt, óargalig, stuttlig o.s.fr.) 

GG! Skrivið svarini í heftið.