Sorgarætlan fyri Sandoyar Meginskúla
1. Um avvarandi hjá næmingi verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða
2. Um næmingur doyr
3. Tíðin eftir deyðan
4. Um lærari doyr
Fastar mannagongdir
· Flaggið verður vundið á hálva stong, tá ið andlátið er staðfest
· Flaggið verður vundið á hálva stong um kistan skal koyrast fram við Meginskúlanum
· Til morgunsang verða hóskandi sangir sungnir
· Prestur kemur inn á skúlan at hava andakt
· Heislusysturin kunnar um, hvussu vit taka ímóti avvarandi, tá ið tey koma aftur í skúla og er annars tøk til samrøður eftir avtalu.
1. Um avvarandi hjá næmingi verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða
· Um boðini koma á skúlan, og avvarðandi ikki sjálvi kunnu geva barninum boðini verður mælt til, at skúlastjórin og flokslærarin/toymið geva boðini á hóskandi stað
· Mælt verður til, at næmingurin fær umstøður at sissa seg, fær umsorgan og ikki er einsamallur ella fer einsamallur heim
· Um avvarðandi sjálvi koma á skúlan at geva boðini, verður sama mannagongd fylgd
· Eru fleiri systkin á skúlanum, verður sama mannagongd fylgd
· Skúlastjórin/flokslærarin kunnar starvsfólkini
· Flokslærarin/toymið kunnar floksfelagar og funnið verður fram til, hvussu næmingurin kann stuðlast, t.d. jarðarferð, vitjan í heiminum, skúlaarbeiði o.a.
· Skúlastjórin/flokslærarin meta um, nær og um neyðugt er at tosa við heimið um skúlagongdina framyvir
· Skúlin kann senda heilsan, blómur, krans
· Møguliga kann flokkurin senda kort/brøv heim til rakta næmingin
· Flokslærarin/toymið kann fara á heimavitjan
· Flokslærarin/heilsusysturin fyrireikar hinar næmingarnar um, hvussu teir eiga at fara við tí rakta næminginum
· Tá ið næmingurin kemur aftur í skúla eigur flokslærarin/toymið at taka hond um næmingin
· Skipast kann fyri, at rakti næmingurin sigur frá tankum og kenslum, fær spurningar frá hinum
· Bæði áðrenn og eftir, at rakti næmingurin kemur í skúla, ber til at viðgera evnið Deyðin. Spyr bókavørðin um tilfar, bøkur, bond
· Lærararnir, ið eru um flokkin, mugu vísa tolsemi, fyrilit og umhugsni
· Heilsusysturin kunnar viðkomandi lærarar um langtíðarárin, tá børn/ung verða rakt av kreppu og sorg
· Um næmingurin sær út til at hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, kann skúlin – saman við foreldrunum – taka stig til hetta
2. Um næmingur doyr
Um næmingur hevur verið leingi sjúkur:
· Skúlastjórin ella flokslærarin/toymið kunnar starvsfólk og floksfelagar
· Tímatalvan verður broytt soleiðis, at flokslærarin/toymið kann vera um flokkin
· Ljós verður tendrað á plássinum hjá tí deyða
· Tá øll hava fingið boð, verður flaggið vundið á hálva stong
· Áðrenn næmingarnir fara heim, kann vera neyðugt at tryggja sær, at onkur, ið veit um støðuna er heima og tekur ímóti
· Skúlastjórin, flokslærarin, toymið, prestur skipa fyri minningarhaldi. Umráðandi at foreldrini eru vitandi um hetta
· Støða takast til, um skúlagongdin skal halda fram eftir minningarhaldið ella ikki
· Til minningarhaldið skulu floksfelagarnir hava møguleika at minnast tann deyða á sín hátt. T.d. við sangi, minningarorðum, myndum, tekningum e.ø.
· Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um vitjast skal í heiminum hjá tí deyða
· Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um næmingarnir skulu síggja tann deyða
· Skúlin/flokkurin sendir heilsan/krans
· Flokkurin og flokslærarin/toymið eru við til jarðarferðina og ervið
Um næmingur doyr brádliga:
· Fer hendingin fram í umhvørvi skúlans, skal hjástaddi lærarin beinanvegin seta seg í samband við, lækna, alarmsentralin, heimið og leiðslu skúlans
· Skúlastjórin kunnar starvsfólk um, hvat farið er fram
· Flokslærararnir/toymini kunna flokkarnar um, hvat farið er fram
· Tá øll hava fingið boð, verður flaggið vundið á hálva stong
· Flokslærarin/toymið meta um støðuna og tryggja sær, at eingin er einsamallur, ið tørvar hjálp
· Áðrenn næmingarnir fara heim, kann vera neyðugt at tryggja sær, at onkur er heima og tekur ímóti
· Skúlastjórin, flokslærarin, toymið, prestur skipa fyri minningarhaldi
· Støða takast til, um skúlagongdin skal halda fram eftir minningarhaldið ella ikki
· Til minningarhaldið skulu floksfelagarnir hava møguleika at minnast tann deyða á sín hátt. T.d. við sangi, minningarorðum, myndum, tekningum e.ø.
· Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um vitjast skal í heiminum hjá tí deyða
· Flokslærarin/toymið/foreldrini taka støðu til, um næmingarnir skulu síggja tann deyða
· Skúlin/flokkurin sendir heilsan/krans
· Flokkurin og flokslærarin/toymið og foreldrini eru við til jarðarferðina og ervið
3. Tíðin eftir deyðan
Tiltøk í skúlastovuni:
· Seta mynd av tí deyða á borðið í skúlastovuni, har hann/hon sat. Myndin verður standandi skúlaárið út
· Fyrstu tíðina setir flokslærarin/toymið eina løtu av hvønn dag, soleiðis, at floksfelagarnir kunnu bera fram minnir og hugleiðingar. Hetta kann gerast munnliga, skrivliga ella við tekningum
· Tekna myndir, skriva brøv/samkenslubrøv/samkenslubók. Møguliga geva foreldrunum hjá tí deyða hesi
· Skriva minningarorð, ið møguliga kunnu setast í bløðini og verða givin foreldrunum hjá tí deyða
Tiltøk framyvir
· Á føðingardegnum hjá tí deyða verður ljós tendrað í floksstovuni
· Á føðingardegnum hjá tí deyða vitjar flokkurin og flokslærarin á grøvini
· Lærararnir, ið eru um flokkin mugu vísa tolsemi, fyrilit og umhugsni
· Heilsusysturin kunnar viðkomandi lærarar um langtíðarárin, tá børn/ung verða rakt av kreppu og sorg
4. Um lærari doyr
· Skúlastjórin kunnar starvsfólk um, hvat farið er fram
· Flokslærararnir/toymini kunna flokkarnar um, hvat farið er fram
· Tá øll hava fingið boð, verður flaggið vundið á hálva stong
· Skipað verður fyri minningarhaldi saman við næmingunum.
· Støða takast til, um skúlagongdin skal halda fram eftir minningarhaldið ella ikki
· Áðrenn næmingarnir fara heim, kann vera neyðugt at tryggja sær, at onkur er heima og tekur ímóti
· Skúlin sendir heilsan/krans