Kalendari aug-jan
Kalendari aug-jan
Kalendari feb-jul
Góðu foreldur,
Eg eri nú flokslærari hjá 8. flokki.
Um tit ynska at kontakta meg viðvíkjandi fráveru ella øðrum, kunnu tit ringja ella skriva til mín á tlf. 595501 ella senda mær ein teldupost á sk0208p6@skulin.fo.
Vinaliga Siri Klementsen.
Góðu foreldur
Í morgin, týsdagin 21 mars, skipar ÍSF í sambandi við ABC fyri sálarliga heilsu, fyri undanstevnu í Skúlaleikum 2023, í Havn, fyri 6.flokkar. Tey í 6. flokki, hava vant tvær ymiskar ítróttargreinar sum tey fara at kappast í, saman við øðrum 6.floks børnum í Føroyum. Ítróttagreininar eru rørslumegi (crossfit) og kurvabóltur.
Vit fara úr Skopun við Teistanum kl. 08.10 og vit koma heimaftur kl.15.50. Næmingarnir mugu hava ítróttarklæðir við. Tað er ikki neyðugt at hava matpakka við, tí næmingarnir fáa matpakka og vatn frá ÍSF. Møtt verður á Skopunarkei kl 7.55.
Vit gleða okkum til ein spennandi og ítrótta-ríkan dag.
Vinarliga
Jonathan
21. mars: 17 næmingar úr Sandoyar Meginskúla (+ lærarar)
07.55: Øll møta í Skopun
08.10: Teistin siglir
08.40: Við bussi frá Gomlurætt
09.00: Steinatúr. Ganga niðan í høllina á Hálsi
09.30: Skúlaleikir byrja (Næmingarnir og lærarar fáa t-troyggjur)
11.30: Matarsteðgur (Næmingarnir og lærarar fáa matpakka og vatn)
14.00: Skúlaleikir enda
15.15: Bussurin frá Steinatúni til Gomlurætt
15.50: Teistir siglir av Gomlurætt
16.20: Tey eru í Skopun
Her sæst skriv sum næmingum hava fingið heim við í dag.
Høvuðsuppgávan er at planleggja og skipa fyri tveimum sosialum tiltøkum fyri flokkinum, tað skúlaár sum tit eru vald, eitt tiltak áðrenn jól og eitt millum nýggjár og páskir.
Um tað av eini ella aðrari orsøk ikki liggur fyri hjá teimum ið standa fyri tørni í ár, so ber til at skifta um innanhýsis, lat meg frætt um hetta innan eina viku, sum er 16/9-2022
Skúlaár: | Foreldur/Verjar hja: |
2022-23 | Elly, Enok, Fróði, Karstin |
2023-24 | Elia, Lilja, Rian, Rógvi |
2024-25 | Herman, Kristina, Sarita, Teodora |
2025-26 | Jonhild, Marjun, Rita, Sølbjørn |
Foreldrini hjá Hjalta eru so heppin at tey hava drigið 'spurnartekin' sum merkir at tey kunnu velja skúlaár sjálvi.