Eitt sindur um Sandoyar Meginskúla

Sunnudagin tann 29. august 1971 varð Sandoyar Meginskúli vígdur av Føroya biskupi. Veðrið var av tí allarbesta, og nógv fólk var samankomið til vígsluna, sum var kl. 14.00.Fyrst bjóðaði Carl Johan Petersen skúlastýrisformaður fólki at vera vælkomin til vígsluna, og so varð sungin sálmurin  “Gud tú,sum øllum býður”.

J Joensen biskupur helt síðan vígslutalu og vígdi skúlan í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. Ein sálmur, sum Frímann á Brúnni, prestur hevði yrkt  “Settur er skúli á felags vøll” varð sungin eftir vígsluna. Síðan talaðu Sámal Petersen, landstýrismaður, Mogens Wahl, ríkisumboðsmaður, og Frímann á Brúnni, skúlanevndarformaður og at enda sóknarstýrisformenn úr teim komunum, sum eru felags um skúlan

Carl J Petersen greiddi frá um byggingina, sum bert hevði tikið tvey ár, byrjað varð í juli 1969. Byggifelagið Lamhauge & Waagstein hevði teknað skúlan og havt eftirlit við byggingini. Fleiri arbeiðsmenn í Sandoynni arbeiddu hjá teimum  byggifeløgum, sum bygdu skúlan.

Eini hús til skúlatænara vórðu bygd á skúlaøkinum,  og har skuldi skúlatænarin búgva og hava  ábyrgd av øllum skúlaøkinum. Orsøkin  til hetta var, at skúlin lá so fjart frá bygdum øki.

Sandoyar Meginskúli kundi bjóða næmingum og lærarum heilt aðrar møguleikar  enn teir gomlu bygdaskúlarnir.   Umframt flokshøli vóru  fleiri serstovur, millum annað til handarbeiði, evning, alis-evnafrøði, tónleik, køksarbeiði, træsmíð og jarnsmíð. Bókasavnið hevði eisini egin høli. Í skúlanum var eisini  tannlæknastova, har næmingar og  vaksin kundu fáa tannviðger. Tannlækni var Tórstein Holm. Fimleikarhøllin kundi  nýtast, bæði til fimleik og svimjing. Hon varð gjørd soleiðis, at um tú tók gólvið í fimleikarhøllini av, so var ein svimjihylur niðriundir. Frá páskum til heystfrítíðina var  svimjing, og frá heystfrítíðini til páskir var fimleikur. Møguleiki var tó eisini at íðka fimleik um summarið, tí at ein fótbóltsvøllur varð gjørdur norðan fyri skúlan. Ein matarsalur  við køki var eisini, men hann varð ikki nógv nýttur.

Fyrsti skúlastjórin var Egil Horn, sum hevði verið leiðari í skúlanum á Sandi. Hann doyði í 1975, og tá tók Axel Skoubo við sum skúlastjóri. Axel var stjóri til 2005. Síðan varð Elna Skýlv Hansen stjóri frá 2006 til 2011. Jóanes Johannesen var stjóri frá 2011 til 2014. Hansa Glerfoss tók við sum stjóri í 2014 og var í starvi til . Núverandi stjóri er Jaqueline Benzon.

Tað vísti seg skjótt, at næmingatalið gjørdist størri, enn flokshølini kundu taka ímóti. Neyðugt varð at taka  nakrar serstovur til flokshøli. Eitt nú varð matarsalurin til  til bókasavn, so eitt flokshøli fekst har. Handarbeiðisstovan  varð flutt í tannlæknastovuna, sum fekk nýggj høli á skúlaøkinum.Tey fyrstu árini skuldu næmingarnir sjálvir gjalda fyri skúlabøkurnar, men seinni broyttist tað og næmingar fingu bøkurnar ókeypis. Hendan broyting fór fram á tann hátt, at skúlin keypti bøkurnar frá næmingunum. Hesar bøkur vórðu síðan latnar næmingunum aftur ókeypis.

Í áttatiárunum varð graslíki lagt á skúlans ítróttarvøll. Hetta var  ítróttarfelagnum B 71 og skúlans næmingum til stóran bata. Seinast í áttatiárunum vóru meria enn 180 næmingar í skúlanum. Hugsað varð tá um at byggja uppí skúlan, men í nítiárunum vóru ringar fíggjarvánir, og næmingatalið minkaði eisini nakað, so tað varð av ongum. Bústaðarskyldan hjá skúlatænaranum varð avtikin, og harvið gjørdust skúlatænarahúsini tøk hjá skúlanum.Tað var í tøkum tíma, tí nú kom teldutøknin inn í skúlan. Eitt stórt telduhøli varð gjørt í húsunum, so at flokkar kundu skiftast um at arbeiða har, hvør við sínari teldu. Seinastu árini eru teldutalvur settar í flokshølini, men onkur av teim grønu hongur  eftir enn. Eisini er  ein stór ítróttarhøll bygd við síðuna av skúlanum, har næmingar og onnur kunnu íðka fimleik og bóltspøl. Gamla fimleikarhøllin er nú tøk til svimjing alt árið.


Sandoyar Meginskúli er eitt samstarv fyri alla sýsluna. Allir næmingar byrja í 6. flokki og kunnu halda fram til og við 10. flokki. Stórur fyrimunur var og er, at næmingar kunnu taka 9. og 10. fl. prógv í oynni.

65 næmingar ganga í Sandoyar Meginskúla skúlaárið 2023-24.