Momo

Hóast hon er skrivað í 1973, er søgan um Momo og tíðartjóvarnar enn viðkomandi.

Eitt ófrættakent lið av "gráum harrum" fær støðugt fleiri menniskju at spara tíð, so teir kunnu kradda hana frá teimum og vinna sær vald á henni. Tá ið heimurin med alla tykist hoyra tíðarkraddarunum til, leggur meistarin Hóri uppí. Til tess krevst hjálp frá Momo, eini lítlari gentu við krunkasvørtum, frísutum hári.

Henda bókin snýr seg um "Tíðarinnar gátu", sum í stóran mun upptekur hugsandi børn og vaksin, sum ikki enn hava gloymt at undrast um tað, sum sýnist sjálvsagt. Søgan um Momo fer fram í eini tíðarleysari nútíð onkustaðni í Suðurevropa. Ein spennandi ævintýrskaldsøga. 

Kelda: Bókaklubbin.fo