Felags Foreldrafundur
hós. 6. sep. kl. 19.00
Meginskúlin - hóskvøldið 6. september, kl. 19:00.
Felags foreldrafundurin byrjar í matarhøllini í ítróttarhøllini, har Gitte Klein hevur eitt upplegg við yvirskriftini:
Positiv sálarfrøði og trivnaður.
"Seinastu árini hevur positiva sálarfrøðin veruliga gjørt um seg í stovnum, á skúlum, kommunum og privatum og almennum fyritøkum. Men, hvat er positiv sálarfrøði, og hvussu kunnu vit, ung sum gomul, nýta positivu sálarfrøðina í gerandisdegnum at skapa størri trivna?" Hendan spurning setur Gitte Klein, master í positivari sálarfrøði, sær sjálvari og henda undranarspurning viðgerð hon á felags foreldrafundinum, ið verður hóskvøldið 6.sept. kl. 19.00 Inni í Dal, har vit fáa innlit í hennara hugsan/gransking um evnið.
Byrjað verður í høllini kl. 19.00 stundisliga. Aftaná verður farið yvir í flokshølini í Meginskúlanum, har flokslærararnir, saman við flokstoymunum hava kunnandi upplegg fyri foreldrunum.
GG! Fundurin er bert fyri foreldur. Ikki næmingar.
Næmingarnir hava fingið kunnandi skriv, hesum viðvíkjandi, heim við.