Sigurd F. Christiansen fingið ph.d.-heiti

3 feb 2021

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava fjúrtan føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2020. Ein teirra er Sigurd F. Christiansen úr Skálavík, fyrrverandi næmingur í Sandoyar Meginskúla.

Fríggjadagin 23. oktober vardi Sigurd ph.d.-ritgerð sína um sjósirm. Ritgerðin kallast: "Sea Spray Aerosols: Formation and Cloud Forming Potential".


Sjósirm tekur seg upp, tá aldur bróta og luft verður blandað í sjógvin. Her skapast luftbløðrur, sum koma upp til vatnskorpuna, har tær bresta og senda elasmáar bitlar við salti og øðrum evnum út í lofthavið. Granskingarúrslitini økja fatanina av, hvussu sjósirm tekur seg upp, og hvørji útlitini eru fyri at skýgerð, til dømis hvussu sjósirm kann virka sum spíri fyri gerð av skýggjum. Úrslitini økja okkara fatan av veðurlagnum.



Fyrri opponeturin legði út við at rósa Sigurdi fyri sera góða mál hansara og umfatandi granskingina, 6 vísindaligar greinar, sum er væl meira enn vanligt. Opponenturin ætlaði sær at brúka hesa ritgerðina sum eitt sera gott fyridømi fyri aðrar ph.d.-studentar. 
Samanumtikið metti metingarnevndin ritgerðina vera á høgum vísindaligum stigi og fevna breitt. Eisini mettu tey, at verjan við framløgu og kjaki við Sigurd F. Christiansen gekk sera væl. Tað var tí ein samd metingarnevnd, sum mælti til, at Sigurd F. Christiansen fekk ph.d.-heitið.