Ungdómsting 2024

5 feb 2024

Bára, Jógvan Pauli, Martin og Ró luttaka í ár, og næmingarnir á skúlanum fylgja spentir við :-)

Løgtingsforkvinnan beyð í juni 2023 næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera í Ungdómstinginum, sum verður 5. og 6. februar 2024.

Hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í Løgtinginum, og hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum teir halda vera týdningarmikil.

Endamálið við Ungdómstinginum er:

• at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
• at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
• at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
• at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um

Hetta er níggjunda ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum.