Skúlaleikir

22 mar 2024

Fríggjadagin 15. mars var 6. flokkur til Skúlaleikir í Havn

Ítróttasamband Føroya hevur tikið stil til Skúlaleikir, sum er eitt átak, sum skal geva næmingum og lærarum íblástur.

Í Skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin. Næmingar royna seg í ymiskum greinum í ítróttatímanum og hittast til stevnur, har øll fáa eina ítróttaliga uppliving saman. Øll skulu kenna seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll.