Skriv til foreldur

22 apr 2024

Góðu foreldur/verjar

Skúlin er gjørdur varugur við, at ein brúkari á TikTok við navni skúlans í vikuskiftinum hevur lagt myndir út av børnum við ræðandi og niðrandi útsøgnum.
Málið er meldað til løgregluna av foreldrum, SSP er kunnað, og lærararnir hava vent støðuni við næmingunum í morgun. Hetta fyllir sjálvsagt nógv – børnini kenna seg ótrygg, hava verið fyri órætti, og fleiri foreldur eru bæði stúrin og hørm um støðuna.

Skuldi líknandi støða tikið seg upp aftur, mæla vit til, at tit:

1.      melda brúkaran inni á TikTok ella øðrum sosialum miðlum.

2.      tosa við børnini um ikki at skriva beinleiðis til brúkaran, tí hetta kann í ringasta føri eggja til fleiri útsagnir og myndir ella tað, at nýggir brúkarar taka seg upp.

 

Tað er av stórum týdningi, at tosað verður við børnini heima um støðuna, og at tey vaksnu rundan um børnini fylgja væl við, hvat fyriferst á netinum.

Skúlin og SSP-ráðgevingin taka hetta málið í størsta álvara. Kunnandi fundur verður í næstum – tit frætta nærri um hetta.

 

Vinarliga

Sandoyar Meginskúli, leiðslan og SSP-umboðið