Spæliliðið skipar fyri spæli

7 mar 2024

Á Sandoyar Meginskúla hava vit eitt væl virkandi Spælilið, hvørs uppgáva er at skipa fyri spæli í høllini eitt fríkorter um vikuna. Hetta er ein liður í at bøta um trivnaðin og fáa næmingar at vera rørsluliga virknar í fríkorterunum. 
Tað eru næmingar úr 8. og 9. flokki, ið manna spæliliðið, og hava tey øll verið á skeiði í byrjanini av skúlaárinum, har tey hava lært seg nýggj spøl, og hvat ið skal til fyri at skipa fyri slíkum spølum við nógvum næmingum. 

Vit gleðast um, at Jógvan Pauli, Annika, Amanda og Silja hava átikið sær hesa uppgávu. :-)