Fleiri gentur á vøllin

12 feb 2021

Sambært Fótbóltsambandi Føroya (FSF), eru Føroyar er millum tey londini í heiminum, sum hava flestar fótbóltsleikarar pr. borgara. Tó eru vit í tí støðu, at tað eru ikki nógvar gentur, ið leika fótbólt. Málið er at fáa fleiri gentur á vøllin.

Vit í Sandoyar Meginskúla eru farin í eitt samstarv við Sandoyar Ítróttafelag, B71. Týsdagar kl. 14.25, tá gentur í 8. og 9. flokki eiga at hava ítrótt, stendur øllum gentum í 7.-10. flokki í boði, at møta í ítróttahøllini. Tað er høvuðsvenjarin hjá B71, Richard Goffe, og ítróttalærarin Sólrun H. Sørensen, ið taka sær av hesum tilboði.


Vit í Sandoyar Meginskúla fegnast um samstarvið við B71. Málsetningurin hjá B71 er m.a. at fáa so nógv sum gjørligt at spæla fótbólt, men fyrst og fremst síggja skúlin og B71 hetta sum eitt trivnaðarátak.


Fótbóltur í skúlahøpi skal hava fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á, at fótbóltur kann vera fyri øll. Við venjingunum dugir Richard sera væl at rúma øllum. Tímarnir eru stuttligir og genturnar gleða seg tímarnar.


Í Vági verður skipað fyri tiltakinum Skúlafótbóltur. Tiltakið verður skipað í samstarvi við FSF. Skúlafótbóltur er eitt ABC tiltak. Hetta merkir, at Skúlafótbóltur er partur av eini størri verkætlan, sum eitur ABC fyri sálarliga heilsu. At talan er um eitt ABC tiltak merkir, at tað eru tríggir boðskapir, sum lagt verður dent á í tiltakinum:


·       Ver virkin
·       Ver saman
·       Ver hugbundin


Hesum kunnu vit í Sandoyar Meginskúla bara taka undir við. Hetta eru tríggir einfaldir boðskapir sum kunnu vera við til varðveita og betra tína sálarligu heilsu. Tá tú er virkin (bæði kropsliga, mentalt, andaliga og sosialt), saman við øðrum og hugbundin í onkrum, sum kann geva tær eina kenslu av meining, tá er tú við til at betra um tína sálarligu heilsu. Tað hevur týdning fyri øll at varðveita og styrkja sína sálarligu heilsu, tí sálarlig heilsa snýr seg um trivnað og at klára seg væl í gerandisdegnum – um alt tað, sum gevur lívinum meining, gleði og virði.


Tað hevur týdning at hava góða kropsliga heilsu, men tað hevur líka stóran týdning at trívast og hava tað gott. Við hesum tilboði, ið vit í Sandoyar Meginskúla hava, kanst tú betra um heilsuna sum heild – kropsliga, sálarliga og sosialt. Tað er ein góð venjing, og samstundis er tað stuttligt saman við hinum í felagsskapinum, bæði floks- og skúlafeløgum. Øll kunnu vera við! Viðhvørt halda vit okkum aftur, tí vit halda okkum ikki duga nóg væl at spæla fótbólt, men tað er ikki altíð tað, tað ræður um. Jú fleiri vit eru, jú betri fáa vit tað í felagsskapinum.