4.574.099 fet

7 apr 2021

Í viku 12 varð skipað fyri tiltaki, har næmingar skúlans vórðu bodnir at vera við í kappingini “Veiða fet”. Kappingin var eisini millum teir fimm flokkarnar.

Hvønn morgun varð skrivað niður, hvussu nógv fet vórðu gingin dagin fyri.

Sigast skal, at tað varð tikið sera væl ímóti hesum tiltaki. Næmingar sóust ganga í skúla um morgunin og ganga heim eftir skúlatíð. Tað varð gingið millum bygdir, og nógvur ungdómur sást úti í bygdunum hesar dagarnar.

82 næmingar luttóku í kappingini, og samlaða talið av fetum hesar fimm dagarnar var 4.574.099. Miðaltalið fyri hvønn næming var umleið 11.156 fet um dagin.

Tá tað var ein kapping, so skuldu vinnarar kjósast. Næmingarnir á 1., 2. og 3. plássi fingu gávubrøv og okkurt søtt. Hesir næmingar vóru:


1.    Sandra C. Johannesen, 7.fl.       46.271 fet um dagin
2.    Hannah Warner, 6.fl.               37.038 fet um dagin       
3.    Ró E. Højsted, 6.fl.                 36.549 fet um dagin

Tann flokkurin, ið hevði veitt flest fet, var 6. flokkur. Hvør 6.floks næmingur gekk í miðal umleið 20.176 fet um dagin. Flokkurin fekk eina lekkra gávukurv við ymiskum leskiligum til eina hugnaløtu saman.

Fleiri myndir við at klikkja her.