Á vitjan hjá Sandoy Seafood í Skopun.

6 nov 2023

Á vitjan hjá Sandoy Seafood í Skopun.

Hósdagin 2. nov var 8.flokkur á Meginskúlanum á vitjan hjá Sandoy Seafood.

Vitjanin er liður í frálæruni í samfelagsfrøði, har næmingarnir skulu fáa innlit í framleiðsluna hjá vinnuni.

Vit takka Sandoy Seafood, Bryngerð Lydersen og Eyðnu Olsen fyri kunning og rundvísing á virkinum.

Á Sandoy Seafood arbeiða áleið 50 fólk, og henda dagin arbeiddu tey tosk.