Næmingaráð Meginskúlans í Fuglafirði 20.11.23

22 nov 2023

Næmingaráðið hevur verið í Fuglafirði, har øll næmingaráð í landinum vóru og hátíðarhildu altjóða barnarættindadagin.

Dagurin byrjaði við tónleiki frá næmingum í Fuglafjarða skúla, síðani bjóðaði forkvinnan í næmingaráðnum í Fuglafjarða skúla vælkomin.
Eftir hetta vóru røður frá Djona Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og undirvísingarmálum, og Honnu Vang, Løgtingsins umboðskvinnu, og síðani tónleikainnsløg frá næmingum úr skúlanum.

Eftir hetta var ábit og ymisk spøl á vøllinum fyri næmingar.

Ein væleydnaður dagur.