Trivnaðarátak í 6. flokki

22 nov 2023

Sum ein liður í fyribyrgjandi arbeiðinum innan trivnað á Sandoyar Meginskúla hevur 6. flokkur seinastu tíðina arbeitt átakinum styrkir, ið byggir á positiva sálarfrøði, sum í høvuðsheitum snýr seg um at kanna og fremja teir tættir, sum hjálpa menniskjum og felagsskapum við at trívast.

Tað serliga við at fara í 6. flokk samanborið við undanfarin ár er, at flokkurin nú ersamansettur av næmingum úr trimum ymsum skúlum í oynni. Tískil fer nógv orka fyrstu tíðina til at samansjóða flokkin og skapa trivnað.

Ávirkanin við at arbeiða við styrkjum í skúlum er vísindaliga kannað. Gransking vísir, at tá ið ljós verður varpað á evnir og styrkir næmingsins, og ein samstundis aktivt roynir at fáa hesar í spæl í skúlanum, so hevur hetta gagnliga ávirkan á sambondini í flokkinum, gleðina við skúlanum, sjálvsvirðið og trúnna á ein sjálvan. Og tað, at nýta sínar lyklastyrkir í undirvísingini fremur fakliga støðið, tí tað m.a. gevur orku og motivatión til at læra. Eisini vísa kanningar, at arbeiðið við styrkjum í einum felagsskapi, sum flokkurin jú er, skapar størri toleransu og er við til at minka um ósemjur í flokkinum.

Meira kunning um evnið sæst á www.trivnu.dk