Jóla lesiátak í 6. og 7. fl.

28 nov 2023

Lesiátakið er frá 28.11.23-07.12.23. Endamálið er at stimbra lesihugin hjá næmingunum. Næmingarnir fáa eina stjørnu fyri hvørja 20 min., teir lesa um dagin. Stjørnurnar skulu nýtast til at prýða flokshurðina og gera eitt vakurt jólatræ. Okkurt gott verður til tann flokkin, ið hevur lisið mest hetta tíðarskeiðið.