Skrivlig próvtøka 2024 hjá 9. og 10. fl.
21 mai 2024
Skrivligu próvtøkurnar hjá 9. og 10.flokki verða sum ætlað, og byrja í morgin 22. mai. Vit hava fingið skriv frá Undirvísingarstýrinum, har sagt verður soleiðis:
Næmingar í hádeild fara til skrivligar próvtøkur í komandi viku, og eftir tað verður farið undir munnligu próvtøkurnar.
Hildið verður fast í, at próvtøkur gjøgnumførast sum vanligt.
Hóast ferðasambandið er óstøðugt, eigur næmingur at møta til próvtøkur. Tað er ábyrgd næmingsins og foreldranna, at næmingur møtir.